Ruskposin var ein av teimum vanligu gráu, og tað var bundið um kjaftin. Í hesum var einki løgið. Tann grøni teksturin á posanum og búmerki hjá kommununi var eisini, sum tað plagdi. Tað óvanliga var tann dimmholdaði fóturin við reyðum lakki á neglunum, sum stakk út úr posanum. Ruskposin lá í vørurúminum á einum hvítum arbeiðsbili, sum lagghallur stóð mitt í draslinum uppi á brennistøðini á Hjalla. Ein kvinna verður funnin deyð í einum vørubili, og skjótt vísir tað seg, at drápið hevur samband við kvinnur, sum doyðu fyri tjúgu árum síðani. Tá blivu skriftstøð úr Prædikaranum funnin í nánd av teimum deyðu, og soleiðis er eisini nú. Skansadeildin við Williami Hammer á odda verður biðin um at kanna tey gomlu andlátini.