Heksin Hulda hevur fingið nýggja teldu, so nú kann hon bara blaka gandastavin burtur Tá ið fyrsta bókin um heksina Huldu ella Winni the Witch, sum hon eitur á upprunamálinum, kom út í 1987, fekk hon bein at ganga á. Hon er uppafturprentað í hvussu er tíggju ferðir, og bókarøðin um heksina er higartil seld í fleiri enn 3 milliónum eintøkum. Bókin, sum Bókadeldin gevur út nú, er skrivað í 2003 og er um, tá ið Hulda fær nýggja teldu. Hulda er ovurfegin, tí nú er hon so modernað, at hon kann tveita gandastavin burtur og bara ganda við telduni. Men hon fær annað at síggja, tá ið frensurin Brúsi kemur upp í leikin.