Pappbók.
Nýggja bókin til tey smáu er Kennir tú Pettson og Findus? eftir Sven Nordqvist. Findus finnur upp á eitt nýtt spæl; hann skal goyma ymiskt, sum Pettson skal finna. Ikki er tað lætt, men Findus og hønurnar hjálpa honum, tí sjálvandi ætlar Findus, at spælið skal enda við, at hann fær okkurt gott! Myndirnar hjá Sven Nordqvist eru sjálvsagdar sum leitimyndir; har er so nógv ymiskt at hyggja at og tosa um, at foreldur og børn kunnu brúka nógva tíð saman við hesari bókini.