Í bókini er inngangur á donskum og enskum, har greitt verður frá teimum ymisku fortreytunum, ið tann lutfalsliga stutti teksturin, um tann einstaka fuglin, tekur støði í. Høvundarnir hava lagt stóran dent á, at lesarin í eini handavending kann ogna sær grundleggjandi vitan um hvørt einstakt fuglaslag og undirslag umframt skrásetingina í Føroyum.