Ótrúliga søgan um Sally Jones eitur bókin, og søgan er av sonnum heilt ótrúlig og sera fangandi at lesa. Høvundurin Jakob Wegelius fekk Norðurlendska barna- og ungdómsbókmentaprísin fyri seinnu bókina Mördarans apa, sum vit eru í ferð við at fáa týdda til føroyskt. Søgan um Sally Jones er um óloyst brotsverk í fjarum býum, um lúnskan óndskap í frumskógum, um trúfast vinalag á heimshøvunum. Hetta er ein søga um longsul, vónir og nívandi svik, har vit saman við Sally koma víða um í heiminum. Alt kemur aftur fyri ein dag, plaga vit at taka til, og so er eisini í hesari bókini. Hon er av sonnum ein lesiuppliving!