Pettson, gamli, eigur einar tíggju hønur í høsnarhúsinum.
Findus, fressurin hjá honum, plagar at beistast við tær.
Ein dagin kemur Pettson við einum hana til hønurnar. Hønurnar eru glaðar og halda hana vera prúðan.
Men Findus er ikki samdur. Hann heldur, at hanin tekur sítt pláss hjá hønunum. Og so gelur hann alla tíðina ...