Í bókini eru 14 spennandi tilburðir úr øllum landinum. Við frásøgn, myndum og tekning av hendingini livir lesarin seg inn í søgugongdina.
Hesaferð eru nakrar søgur, sum hava fingið altjóða umtalu. Her kann t.d. nevnast: føroyingur, sum fekk skaða í yvirgangsatsókn, føroyingur, sum bleiv afturhildin í Turkalandi á óunniliga hátt. Ein frágreiðing er um, tá føroyingar vildu hjálpa sovjetiskum skipi í havsneyð, men sum ikki vildu hjálpast. Eisini er hending um smádreingir, sum fingu álvarsligar brunaskaðar, tá teir spældu við eld. Umframt fleiri aðrar áhugaverdar og spennandi frásagnir.