Andy og Terry búgva í heimsins kulasta træhúsi! Teir hava smíðað eitt sindur, og nú hevur træhúsið: Eitt virkið gosfjall at snerkja skúmbitar uppiyvir. Stólar við jetmotorum ... so teir kunnu rýma undan trantaknúsaranum! Og heimsins mest ræðandi russjibana! Um Stupido professari, mætasti óuppfinnari, ikki óuppfinnur alt ...