Føroyakortið, sum er í stødd 1:100 000 (120x80 cm), er teknað í Føroyum. Á kortinum eru fleiri enn 1.700 staðarnøvn, sum Staðarnavnanevndin hevur góðkent. Skrivast kann á kortið, ið er laminerað og kann brúkast sum undirlag og slitsterkur dúkur og er eins væl egnað í barnagarði og skúla. Kortið, sum er teknað í altjóða litum á sjógvi og landi, er partur av heimsatlasinum hjá Námi, "Atlas til heim og skúla". Føroya Dátusavn hevur ment kortið í samstarvi við Nám.