Flestu okkara halda okkum vita. Flestu okkara kenna kend fólk við sjúkuni; vit kenna teknini, vit hava kanska onkra meining um, hví tú fært sjúkuna, ja kanska onkur eisini øvundar eitt sindur hetta at kunna stýra tí at gerast kløn/klænur.
Men
hjá rithøvundanum, sum tá var trettan ára gomul, var anorexia ein rødd innaní,
ein apa á herðunum, ein apa, ið áhaldandi fanst at henni og segði, at hon var
feit, og at einasti máti at gerast eydnusom var at svølta seg.
Jess, sum er høvuðspersónurin í skaldsøguni, lurtar
eftir røddini, og tað gera tíverri mangar aðrar gentur og dreingir, og røddin
drap hana, næstan.
Skaldsøgan lýsir gongdina fram móti leking, stríðið móti
ikki at gerast eitt deyðstal í statistikkinum. Og so við og við kemur hon
eftir, at hon vil liva og at hjálpa øðrum at liva við at siga frá hesum henni
hevði verið fyri.
At temja apuna er ein upplyftandi skaldsøga, skrivað av
ungari gentu og grundað á egnu royndir hennara.