Umráðandi er at læra barnið um ferðsluna og ferðslureglurnar. Og tað ræður um at koma í gongd, so tíðliga sum til ber, tí tað eru nógvar reglur og førleikar, sum barnið skal megna fyri at kunna bera seg trygt at í ferðsluni. Henda bókin er ætlað børnum úr umleið 5 upp í 8 ár - tað er aldurin, tá heilt nógv børn av álvara skulu út í ferðsluna, viðhvørt enntá einsamøll.
Jørgen Stamp hevur teknað, og Brynhild Høgnadóttir týddi úr donskum og tillagaði til føroysk viðurskifti. Faklig ráðgeving: Lovisa Petersen Glerfoss, Ráðið fyri Ferðslutrygd og Jan Fossaberg, Føroya Politi.
Bókin er heft, 24 bls.