Ánari og rakstur:
Sp/f Rit & Rák
Tinghúsvegur 60
Postboks 1158
FO-110 Tórshavn
Føroyar
ritograk@ritograk.fo
+298 603030
1.1: Avtalur um at keypa vøru hjá webhandlinum eru endaliga gjørdar, tá ið vøran er goldin.
1.2: Vit goyma ikki upplýsingar um tína bílegging soleiðis, at tú seinni kanst fáa eitt kopi av bíleggingarváttanini hjá tær, minst tí til at goyma ta váttina, ið tú fært á t-postadressuni hjá tær beint eftir, at bíleggingin er gjørd. Tú kanst eisini prenta bíleggingarváttanina út, tá ið avtalan verður gjørd.
2.1: Vørugreiðsla fyri keyp hjá www.ritograk.fo kann bara avgreiðast við at brúka Dankort, VISA/Dankort, VISA Electron, Mastercard, Maestro, eDankort og JCB online.
2.2: Tá ið tú keypir vøru hjá ritograk.fo leggja vit postgjald afturat.
2.4: Prísurin, ið er givin upp, tá ið vøran verður bíløgd, er prísurin, ið verður faktureraður fyri vøruna, tá ið hon verður leverað.
2.5: Keypsupphæddin verður flutt av kontuni hjá keypara, tá ið vøran verður send.
2.7: Prísirnir, ið eru ásettir á ritograk.fo, eru ikki neyðturviliga teir prísir, ið verða tiknir fyri vøruna í handlinum.
2.8: Rit & Rák tekur fyrivarni við útseldari vøru, prentvillum og prís- og avgjaldsbroytingum. Data á websíðuni verða dagførd hvønn dag.
3.1: Vanlig avgreiðslutíð fyri bílagdar vørur er 2-4 gerandisdagar, um vøran er á goymslu. Er tann bílagda vøran ikki goymsluvøra, er avgreiðslutíðin longri.
3.2: Posta avgreiðir vøruflutningin.
Ansa altíð serliga væl eftir teirri upprunaligu embalasjuni. Keyparin fær at vita, at vøran má ikki verða brúkt, skal hon sendast aftur, tí at hetta minkar virðið á vøruni. Aftursendingarrætturin kann verða útintur við at vísa pakkanum aftur við móttøku ella við at senda hann aftur til seljara. Ikki er loyvt at skriva ella klistra merkir og annað beinleiðis á ta upprunaligu embalasjuna. Harafturat skal vøran sendast aftur uttan útreiðslur hjá seljara.
4.2: Fyri e-bøkur er galdandi: keypir tú e-bøkur, verður vøran send sum fíla eftir keypið. Kundin hevur ikki aftranarrætt fyri hesar fílur, um so er, at hann hevur játtað strakslevering. Játtanin verður latin, áðrenn avtalan er gjørd.
4.3: Fyri aðrar vørur enn e-bøkur er galdandi, at kundin hevur møguleika fyri at býta um ella senda vørurnar aftur.
4.4: Kundin rindar returporto.
4.5: Vøran skal sendast aftur í so at siga sama standi og nøgd. Keyparin fær at vita, at vøran má ikki brúkast, um hon skal sendast aftur, tí at virðið á vøruni minkar.
Gev gætur: margmiðla-vørur verða bara tiknar aftur í uppruna plombering.
5.1: Í sambandi við allar klagur hevur Rit & Rák rætt til at krevja eitt fakturakopi ella eina útskrift av teldupostinum, ið er komin við bílegging.
5.2: 2 ára kærufreist verður veitt, eftir at vøran er móttikin.
Vørur skulu sendast til seljara í dyggari ambalasju, umframt í uppruna embalasju. Seljarin kannar sær rætt til ikki at handfara skadda vøru, um so er, at hon er illa pakkað. Er tað lýsta brekið ikki staðfest, setir seljari seg í samband við keypara og biður um gjøllari feillýsing. Er brekið framvegis ikki staðfest, kannar seljari sær rætt til at fakturera dkk 250,- við mvg fyri hvørja vøru fyri handfaring og aftursending. Seljari rindar ikki fyri skaða, ið stendst av fysiskum misbrúki av vøruni.
5.4: Fyri e-bøkur er galdandi: keypir tú e-bøkur, verður vøran send sum fíla eftir keypið. Kundin hevur ikki aftranarrætt fyri hesar fílur, um so er, at hann hevur játtað strakslevering. Játtanin verður latin, áðrenn avtalan er gjørd.
5.5: Fyri aðrar vørur enn e-bøkur er galdandi: hevur kundin ikki fingið eina rætta vøru, ella er vøran skadd við móttøku, skal vøran sendast til handilin ella latast inn har.
5.6: Kundin skal klaga innan rímiliga tíð eftir, at brekið er staðfest.
5.7: Í sambandi við 2 ára kærurætt fyri teknisk produkt umvælir ella býtir Rit & Rák um til nýtt. Ber hetta ikki til, fær kundin sjálvandi pengarnar aftur.
Seljarin avkannar sær alla ábyrgd fyri mist data og líknandi tilfar, stendst ikki annað av reglunum um produktábyrgd ella tær vanligu reglurnar um endurgjaldsábyrgd. Vit mæla staðiliga til, at back up altíð verður gjørt. Hetta er eisini galdandi fyri vøru, ið kemur inn til umvælingar ella tílíkt. Seljari væntar, at keypari hevur backup av øllum verandi tilfari upp á innlatna vøru.
Vinaliga
Rit & Rák