Enn eitt bókaár er farið afturum, og vit kunnu enn einaferð staðfesta, at føroyingar keypa og lesa nógv føroyskt.
Mest selda bókin í 2022 var syrgiliga ævisøgan hjá Leivi Hansen um Deanu, sum hvarv í Grønlandi í 1966. Á øðrum plássi er nógv umrødda æviskaldsøgan Saga JAM hjá Høgna Mohr. Og á triðja plássi liggur føroyski krimikongurin, Jógvan Isaksen, við bókini Halgigripaskrínið.
Metsølulistin fyri føroysku bøkurnar í 2022 er hesin:
1. Deana (Leivur Hansen)
2. Saga JAM (Høgni Mohr)
3. Halgigripaskrínið (Jógvan Isaksen)
4. Urtagarðsbókin (Búgvi Róin & Anette Sonne)
5. Bumbuatsóknin (Hans Andrias Sølvará)
6. Skakandi tilburðir 17 (John S. Myllhamar)
7. Føroysk orðatøk (Páll Isholm)
8. Mín lívsleið (Høgni Waag Høgnesen)
9. Reynsatindur og Olaf í Garðastovu (Birgir Waag Høgnesen)
10. Góðaráð (Jonhild Henriksen)
Tað er bara ein bók á metsølulistanum, sum ikki bleiv útgivin í 2022. Tað er Góðaráð, sum varð útgivin fyrstuferð í 1987, og sum við tíðini er blivin ein klassikari innan fyri føroyskar kókibøkur.