Bókadeildin hevur enn einaferð givið Barnarímurnar hjá Hans Andriasi út.
Bókin hevur í mong ár havt ein eyðkendan sterkt gulan lit og hevur verið løtt at kenna aftur hjá øllum, sum dáma væl at syngja sangir hjá Hans Andriasi. Hesaferð hava vit valt at broyta útsjóndina á bókini. Hon er blivin ljósablá. Eitt av eyðkennunum við Barnarímunum eru svørt/hvítu linoliumsskurðirnir hjá Elinborg Lützen. Umframt myndirnar inni í bókini hava vit gjørt ein vakran forsats við smámyndum, og myndin á permuni av teimum báðum úr kongaríkinum Bábylon hevur fingið litir. Lesarin kann tó gleða seg til, at innihaldið framvegis er tað sama. Tað er framvegis um lítla beiggjan, sum ikki má gráta og pápan, sum strevast og stríðist og dáan, sum hevur sama rætt at liva sum vit og so sjálvandi Karina, sum er so leikandi og løtt og firvaldin í góðum lag.
Í bókini eru 35 rímur og nótar til átjan teirra.