Greitt verður frá kongliga einahandlinum frá 1709. Nomið verður við "Vágsbotnstíðina“. Í hesum sambandi slepst ikki undan at greiða frá framburðsmanninum Nólsoyar-Pálli og virksemi . Eisini verða tikin fram týðandi samfelagsmál sum mentan og upplýsing eftir siðaskiftið. Álop frá fremmandum skipum og "turkiskum" sjórænarum og verjutiltøk ímóti ágangi verða umrødd. Teir seinastu kapitlarnir eru um tey politisku viðurskiftini: avtøkuna av øllum politiskum stovnum, so sum løgtingi, og løgmansembætinum, og at Føroyar verða gjørdar til eitt danskt amt, stýrt av donskum embætismonnum. Aftast í bókini eru keldur og bókmentir og leitorð til bindini 1-3. Eins og í fyrsta og øðrum bindi er eisini í hesum bindinum hópur av myndum, nógvar í litum.