Henda bókin er úrslit av einum frítiðarítrivið, sum Axel hevur tikist við í mong ár. Hann hevur havt áhuga fyri tí, sum er at fáa at vita um tey nøvn, sum dagarnir hava í álmanakkanum. Serligan áhuga hevur sjálvandi tað, sum nertir við føroysk viðurskifti. Her ber til at síggja hvussu allir ársins dagar eita, hvat vit vita um hvørjum navnið kemur av, og ein hóp um hvat hendir í Føroyum um hetta mundið. Og so kunnu vit eisini fáa at vita nær tey, sum eru fødd 29. februar, hava føðingardag!