Tað verður tikið upp í saman. Læknar og kostráðgevar siga tað - og nógv hava vitað tað alla tíðina: Matur úr sjónum er góður fyri heilsuna! Bæði gerandisdagar og høgtíðsdagar, tí uttan stórvegis hóvasták fæst sannur veitslumatur burtur úr tí ríka tilfeingi, sum er í havinum kring okkum. Í hesari bókini gongur sjón fyri søgn Í bókini eru 216 uppskriftir til góðan mat úr sjónum - fisk, skeljadýr og grind. M.a. 24 forrættir, 18 suppur, 135 høvuðsrættir, 35 salat, grønmetissalat og breyð. Litmyndir av lidnum rættum eru á hvørjari opnu og eisini er frágreiðing um mat úr sjónum, og hvussu hann verður hagreiddur.