Henda bókin er tann triðja av fýra bókum í virkis-búskapi, sum eru ætlaðar til nýtslu í handils- skúla og øðrum miðnámsskúlum. Í handilsskúlanum er hon ætlað at nýta í undirvísingini í virkis-búskapi í hægri handilsútbúgving. Innihaldið í bókini er í høvuðsheitum fastur og broytiligur kostnaður, inntøka, marknaður og kostnaðarbýti. Umframt til undirvísingina í skúlunum er “Kostnaðarlæra” eisini ætlað til sjálvlestur hjá teimum, sum hava áhuga fyri virkisbúskapi. Hinar báðar bøkurnar í røðini, sum áður eru útkomnar, eru “Bókhald og ársroknskapur” eftir Olav Absalonsen, ið kom í fyrrárið, og “Virkið” eftir Heðin Samuelsen, ið kom í fjør.