Virkið
(Bók)
Heðin Samuelsen
Henda bókin er ein av fýra í virkisbúskapi, sum eru ætlaðar til nýtslu í handilsskúla og øðrum miðnámsskúlum. Í fjør gav Skúlabókagrunnurin út fyrstu bókina í hesi røðini: Bókhald og ársroknskapur eftir Olav Absalonsen. Í handilsskúlanum er Virkið ætlað lærugreinini virkisbúskapur í hægri handilsútbúgving. Innihaldið í bókini er í høvuðsheitum búskapur, virkiskarmurin, virkið og umhvørvi, og virksemið í høvuðsdeildunum: keypsdeild, framleiðsludeild, søludeild og fyrisitingardeild. Umframt til undirvísingina í skúlunum er bókin eisini ætlað til sjálvlestur hjá teimum, sum hava áhuga fyri virkisbúskapi.