Maturin
(Book)
Sigrid Dalsgaard
- vørukunnleiki
{"fo":"Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út bókina “Maturin” eftir Sigrid Dalsgaard. Hetta er ein bók, ið veitir okkum grundleggjandi vitan um matvørurnar. Bókin er býtt sundur, so at hon gevur innlit í føðsluvirði, mattøkniligar eginleikar, hagreiðing, goymslu og haldgóðsku.\r\n Tað hendir so nógv á matvøruøkinum, at neyðugt er at fylgja við. Í bókini verður greitt frá um føðsluevnini, tann týdning, tey hava fyri okkum, og í hvørjum vørum tey eru. Gjølla verður sagt frá vanligastu matvørunum á okkara leiðum, um framleiðslu, bygnað, útsjónd, keyp, hagreiðing og goymslu. Evnini Bjargafugl og Grind – tvøst og spik hevur Valborg Rasmussen, lærari, skrivað. Nógvar frágreiðandi, svart/hvítar myndir eru, ið gera tað hugaligari at lesa. Anni Arge Lamhauge hevur teknað.\r\n ”Maturin” er fyrst og fremst ætlað at vera lærubók í heimkunnleika í teimum eldru flokk-unum í fólkaskúlanum, men kann harumframt verða brúkt í undirvísing á øðrum skúlastigum, t.d. í húsarhaldsskúla og í kvøldskúla. Gamalt hevur verið hjá okkum: ”Fyrst er gesti mat at geva, síðani tíðindi spyrja”. Her kunnu onnur við – sum hava hug at vita meira um matvørur, vit brúka í dagliga húsarhaldinum - fáa gagn av bókini.","en":"Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út bókina “Maturin” eftir Sigrid Dalsgaard. Hetta er ein bók, ið veitir okkum grundleggjandi vitan um matvørurnar. Bókin er býtt sundur, so at hon gevur innlit í føðsluvirði, mattøkniligar eginleikar, hagreiðing, goymslu og haldgóðsku.\n Tað hendir so nógv á matvøruøkinum, at neyðugt er at fylgja við. Í bókini verður greitt frá um føðsluevnini, tann týdning, tey hava fyri okkum, og í hvørjum vørum tey eru. Gjølla verður sagt frá vanligastu matvørunum á okkara leiðum, um framleiðslu, bygnað, útsjónd, keyp, hagreiðing og goymslu. Evnini Bjargafugl og Grind – tvøst og spik hevur Valborg Rasmussen, lærari, skrivað. Nógvar frágreiðandi, svart/hvítar myndir eru, ið gera tað hugaligari at lesa. Anni Arge Lamhauge hevur teknað.\n ”Maturin” er fyrst og fremst ætlað at vera lærubók í heimkunnleika í teimum eldru flokk-unum í fólkaskúlanum, men kann harumframt verða brúkt í undirvísing á øðrum skúlastigum, t.d. í húsarhaldsskúla og í kvøldskúla. Gamalt hevur verið hjá okkum: ”Fyrst er gesti mat at geva, síðani tíðindi spyrja”. Her kunnu onnur við – sum hava hug at vita meira um matvørur, vit brúka í dagliga húsarhaldinum - fáa gagn av bókini."}