PLUSSBÓK er ískoytistilfar og kann brúkast, tá ið tørvur er á at læra og venja at leggja saman. Dentur verður lagdur á, at næmingarnir læra seg at seta tøl og stykki vakurt og greitt upp. Fyrra helvt av bókini er samanlegging við tølum minni enn 10. Í seinnu helvt, tølini omanfyri 10, eru einfaldar roknivenjingar at leggja tøl saman við serligum denti á at rokna við mentu.