Vit rokna - Talbók
(Bók)
Katrin Gullbein
TALBÓK ætlað fyrsta flokki sum ískoytistilfar í undirvísingini í støddfrøði, er nú komin í bókabúðirnar.
Astrid MacDonald hevur gjørt tekningarnar í bókini.
Bókin gevur næminginum møguleika at arbeiða miðvíst við tølunum 1-100.
Talbókin er í trimum pørtum:
Fyrsti partur, tølini 0-9, er væl hóskandi í byrjanarundirvísingini, tá ið dentur verður lagdur á at venja talskriving, tøl og mongdarlæru.
Annar partur, tølini 10-100, stuðlar somuleiðis mongdarlæru og talvenjing.
Hóskandi er at fara undir henda partin, tá ið næmingarnir hava lært tey smærru tølini.
Triði partur, tær seinastu 13 síðurnar, eru verklig evni, sum flokkurin kann arbeiða við í stutt ella long tíðarskeið. Næmingarnir loysa uppgávurnar í felag.