Tá bókin "Útróður 1845 - 1945" kom út, varð skrivað soleiðis: "Henda bók er fyrsta royndin til at fáa út eina arbeiðs- og ídnaðarsøgu Føroya. Her er gjørd ein góð byrjan. Vónandi fáa vit, áður enn ov langt um líður, framhaldið." (Tingakrossur 18.12.1946) Í einum ummæli av ritgerðum Robert Joensens verður tikið soleiðis til: "Hetta eru ritgerðir, ið koma okkum øllum føroyingum við, eins og tær eru haldgott støði at byggja á hjá honum ella henni, ið ætlar sær kunning innan føroyskt fólka- og andslív í farnum tíðum." (Dimmalætting 18.3.1980)