Søgufrøðingarnir, Jens Pauli Nolsøe og Kári Jespersen, hava síðan 2001 arbeitt við at skriva Havnar søgu frá landnámi til okkara dagar. Nú er komið somikið væl áleiðis við arbeiðinum, at fyrsta og onnur bók av Havnar søgu, ið eru um tíðarskeiðið frá landnámi til 1816, eru útgivnar. Í høvuðsheitum er fyrsta bókin um frásagnir og samtíðarlýsingar av Havnini, fornfrøðiligar rannsóknir í gomlu Havnini, ting- og rættarviðurskifti, bóndagarðin Húsagarð og vinnur hjá havnarfólki, einahandilin fram til umleið 1790 og staðarnøvn innan- og uttangarðs í Havnini. Onnur bókin er í høvðusheitum um Vágsbotnshandilin 1768-1793, kongliga handilin frá umleið 1790 til 1816, skansaverkið, hospitals- og heilsuviðurskifti, kirkjurnar, skúlarnar í Havn, og hvussu Havnin veksur og mennist fram til umleið 1816. Høvundarnir hava eisini gjørt eina roynd at endurskapa fólkavøksturin, demografisku gongdina í Havn og í Føroyum í tíðini frá 1600 til 1816. Bókaverkið Havnar søga 1 og 2 er prýdd og stuðlað við nógvum myndum, kortum, skitsum og skjølum, sum almenningurin ikki áður hevur sæð..