Bókin, nógv hevur verið bíðað eftir og tosað um, bókin um dreingin Harry, sum gongur í gandaskúlanum Hogwarts. Spenningurin økist enn meira og enski rithøvundurin J.K.Rowling megnar enn eina ferð at seta saman eina frálíka søgu um muglarar og gandafólk, eina søgu um tað ónda og góða í okkum øllum. Harry er í summarfrí hjá Dursley familjuni, har hann fyri tað mesta hevur ligið í songini og syrgt deyða Sirius og minst aftur á tað øtiligu uppgerð við deyðsátararnar og Gandamálaráðið og skakandi hólmgonguna millum Dumbledore og Lord Voldemort. Tá ið søgan byrjar, situr hann fjáltraður og bíðar eftir, at Dumbledore skal koma at vitja, tí hvat er tað, sum ikki kann bíða til Harry er aftur á Hogwarts?