Heystið hjá ommu er ein sera viðkomandi bók um at hava Alzheimer. Hon er um gentuna Paulu, ið eigur eina ommu, sum hevur Alzheimersjúkuna. Omman er ikki sum ommur flest; hon gloymir, hvussu alt er, og sigur og ger mangt løgið. Men hóast, so er, verður hon lýst við virðing og kærleika, tí Paula og familja hennara eru góð við ommuna. Søgan er søgd úr sjónarhorninum hjá gentuni; hon er ein kensluborin søga um Alzheimersjúkuna og tær broytingar, hon hevur við sær. Bókin er væl egnað til tey 5 til 8 ára gomlu og annars øll tey, ið hava áhuga fyri at skapa størri fatan fyri hesi sjúkuni, ið rakar nógv og sum er vanligasta minnissjúkan.