Roykurin av saguspønum og poppkorni fyllir luftina í tí stríputa tjaldinum. Í SIRKUS SPLENDIDO gera gandakallurin Trocadero og íspegilin Bobo síno kynstur í manesjuni. Áskoðararnir hugna sær óført og vita ikki, at illgerðir verða framdar teirra millum. Mappur, telefonir og hálsketur hvørva sum døgg fyri sól mitt undir sýningini. Men Lassi og Maia eru á staðnum... Ein spennandi og lættlisin detektivsøga við nógvum stuttligum myndum.