Hann er ótolandi, hann er ein sovorðin, sum mamman og pápin ganga langt burturi frá á vegnum, so ongin skal fáa illgruna um, at tey eiga hann, ja, sjálvt bamsan roynir at goyma seg fyri honum, tá ið hann skal í song. Í aðru bókini Herviligi Henry og Loyniklubbin eru søgurnar: Herviligi Henry fær sproytu, Herviligi Henry og Loyniklubbin, Herviligi dagurin hjá Frálíka Fríðriki og Føðingardagurin hjá Herviliga Henry. Bøkurnar eru sera skjótar at lesa, og ert tú í ringum lag, so er dagurin bjargaður við søgunum um forherðingin Henry.