Havnin - fólk og yrki
(Bók)
Birgar Johannesen
1940 - 1969
Hetta er onnur bókin Havnin – fólk og yrki, og er hon um árini 1940-1969. Býurin mentist nógv hesi árini, serliga eftir seinna heimsbardaga, og fólkatalið meira enn tvífaldaðist.
Uppvaksin í Revagarðinum hevur Birgar ikki gloymt sínar røtur. Hetta er fólksins bók, og orginalt er tað, at hava fingið so nógvar myndir fram av fólki, sum vit annars ongantíð høvdu sæð í bókum.
Í bókini eru fleiri enn 1000 myndir at finna, og fleiri enn 8000 fólk eru við í báðum bókunum. Aftast í bókini er listi í bókstavarað við øllum nøvnunum, og víst er til síðutal, har tey eru umrødd.