“Eg vil fegin av øllum alvi og hjarta lova og geva gott viðmæli til tónleikin, sum tann guddómliga og dýrabara gáva hann er. Eg eri so bergtikin av stórleikanum og virðinum av góðum eginleikum, at eg finni hvørki byrjan ella enda á mínum lovsongi”. Soleiðis skrivar Luther í 1538 sum fororð til “Vakrar symfoni’ir” hjá kirkjutónleikaranum Georg Rhau, ið var kantor við St. Thomas-kirkjuna í Leipzig. Hesi fororðini venda sær til allar tónleikaelskarar. “Eins stórt ynski, eg havi til at lova tónleikinum, eins fátækur og veikur er lovsongurin noyddur at verða. Tí hvør kann fata alt?”, skrivar hann víðari. Henda greinin er ein teirra, sum er við í bókini, sum David Johannesen hevur givið út. Hann vísir millum annað á tann stóra týdningin, sum Luther sýndi tónleikinum