Stóra tunga hurðin fór upp beinanvegin "Vælkomin, Henry," segði Ríka Rutt mostir og gav honum ein stóran, vátan muss. "Henry, sum tað er deiligt at síggja teg," segði Erpni Erhard søtur á málinum. "Handan gamla troyggjan hjá tær er ordiliga pen." "Hússj, Erhard, " segði Ríka Rutt mostir. "Eg haldi, Henry er ordiliga smartur." Henry gløddi at Erhardi. Takk og lov, at hann hevði minst til at taka slím-skotið við sær. Hann kendi á sær, at hann fór at fáa brúk fyri