Tema við slankum
(Book)
Sólrún Michelsen
"Býflugurnar surraðu, og onkur summarfuglur flagsaði framvið. Eg vendi andlitinum upp móti sólini og suffaði av vælveru.
- Ert tú ikki bangin viðhvørt? Spurdi hon.
- Fyri hvørjum?
- Bara bangin so tú stirnar?
Nú lat eg eyguni upp og hugdi at henni"
Tema við slankum er samansett av søgum, sum snara uttan um gentuna og kvinnuna, sum alt lívið situr handan rimar.
Les eisini um tað heita hjarta, himmalstigan og mangt annað.
Tær einstøku søgurnar eru bæði ein heild í sjálvum sær, men hanga um somu tíð saman sum perlur á strái.