Harry og Elly
(Book)
Sigri M. Gaini, June-Eyð Joensen, Sjúrður Juul Ravnsfjall, Ada Horn
Undirvísingartilfar til miðdeild
Harry og Elly dámar væl at ferðast. Tey ferðast til Hjálands, Sjálvlands og Navnorða- og Sagnorðaríkis. Á heimferðini sigla tey somuleiðis fram við hólmum og millum hólmar, ið allir onkursvegna goyma ymsar skattir – stavsetingarskattir.
Felags fyri øll ferðamálini er, at tey bæði eru spennandi og lærurík fyri Harry og Elly og øll hini, ið krøkja seg í ferðalagið. Vónandi verða tey eisini lærurík hjá næmingum, ið nú fáa møguleika at ferðast saman við Harry og Elly gjøgnum litføgru og myndaprýddu ferðamálini.
Harry og Elly er grundað á rættskrivingarreglurnar í “Mállæru” eftir Paulivar Andreasen og Árna Dahl.
Tilfarið er í 4 pørtum og er savnað í bók á 104 bls.
Bókin er einnýtisbók, har nógvar spennandi uppgávur eru at loysa.