Eg hevði longu
funnið tað, ið eg leitaði eftir.
Hon kom spákandi
oman eftir Niels Finsens-gøtu saman við nøkrum vinkonum. Men eg sá bara hana.
Hon brosaði, og reyðu varrarnar læðu. Hon var ein vøkur genta. Yndislig og
svikaleys á at líta. Men djúpt í bláu eygum hennara sá eg eina trá.
Girndina.
Hon hevði ikki
varnast meg, men tað skuldi hon. Eg kendi hana longu. Nú hevði eg funnið tað,
sum eg hevði sóknast. Eg visti, at tað fór at verða krevjandi, men eg mátti
gera tað. Eg skyldaði mær sjálvum tað. Hon fór at verða fyrsti leikur. Eitt
offur. Ein blótan. Fyrsta stigið í endurskapanini.
Líkið av eini
ungari kvinnu verður funnið uppi við Oyggjarvegin. Ungi
kriminalløg-reglumaðurin Einar Meyer verður settur á málið saman við fólki frá
Ríkisløgregluni. Teir leita eftir einum ísakøldum psykopati.
Sum kanningararbeiðið
líður, viknar styrkin í Einari og veikleikar fáa takið á honum.