Tað, sum stendur í hesi bók, byggir á prát um føroyskt mál í Útvarpi Føroya veturin 2008-09. Eg varð biðin um at vera við í morgunsendingini at svara spurningum um føroyskt mál, har ið lurtarar kundu senda spurningar inn til sendingina. Tað ljóðaði sum ein spennandi avbjóðing, og tá mær altíð hevur dámt væl fakligar avbjóðingar, segði eg ja. Málmaðurin var í útvarpinum mánamorgnar í sendingini Góðan morgun, Føroyar. Tað vísti seg at vera stórur áhugi fyri sendingini. Tað komu í hvussu er nógvir spurningar inn, so tað treyt ikki við tilfari til sendingarnar. Vanliga fekk eg spurningarnar sendandi frá útvarpinum nakrar dagar frammanundan, so eg fekk hugt at teimum og gjørt mær nakrar tankar um, hvussu eg skuldi svara. Uppleggið var, at tað skuldi virka sum ein samrøða millum undirritaða og útvarpsvertin. Hesar sendingar vardu ímillum 5-10 minuttir. Vertir vóru Øssur Egholm, Kári Sólstein, Kári Olsen og Vár Berghamar Jacobsen. Tað er ikki heilt einfalt at “týða” talumál til skriftmál. Í bókini eru nakrar málsligar tillagingar gjørdar, soleiðis at teksturin hongur betur saman; spurningarnir frá útvarpsvertinum eru ikki við. Umframt tað, ið varð sagt í útvarpinum, havi eg sett viðmerkingar (stytt viðm.) inn. Hetta eru neyvari og perspektiverandi útgreiningar av ymiskum slag, summar stuttar og aðrar langar. Sumt av hesum er teoretiskt grundað, annað kann kallast hugleiðingar. Orðið samfelagsmálvísindi kemur nakrar ferðir fyri, tað merkir málvísindini í samfelagsligum ljósi.