Minnast tit Lítla Lávus? Hin fitta, drongin við tí runda andlitinum? Lítli Lávus er nú blivin eitt sindur størri, hann eigur eina lítlusystur, og hann brúkar suttu. Bókadeildin gav í 2005 fýra fittar pappbøkur út um Lítla Lávus. Henda hevur eitt lítið sindur meira av teksti og er um, hvussu alt verður so nógv lættari av ikki at brúka suttu.