Henda bók um Magnus Heinason kom út á fyrsta sinni í 1877 við titlinum: „Mogens Hejnesøn. Et Tidsbillede fra det sekstende Århundrede.“ Troels-Lund, sum var søgugranskari, skrivar, at fólk høvdu havt skiftandi áskoðanir á ta lagnu, sum høvuðspersónurin, vegna ósemju og tvídrátt við Kristoffur Valkendorf, fekk, tá ið hann varð dømdur til deyða og hálshøgdur. Hann vildi fáa greiðu á, hvat ið veruliga fór fram millum hesar báðar mótstøðumenn. Hetta mál lá júst innan fyri granskingarøki hansara, og tilfarið treyt ikki. „Tá ið eg havi nevnt hesa frásøgn um lívið hjá einum einstøkum manni eina tíðarmynd, er tað tí, at nýggjar upplýsingar verða lagdar fram í ljós um navnframastu persónar tá á døgum. Men mest tí tilfarið varpar ljós á samfelagsviðurskifti, rættarstøðuna hjá fólki og dómsmál.“