Bókin er eitt slag av dupultbók, har bygdarnir verða lýstar úr hvør sínum enda. Í miðjuni verða myndirnar vendar, og tú ert í eini nýggjari bók. Fotomyndirnar er løtumyndir, sum seta hyggjaran inn í tað huglag, sum júst ta løtuna var til har, sum fotgrafurin var. Samstundis sum løtan hvørvur, tá fotografurin er farin framvið, verður huglagið verandi í myndunum.Eingi orð vísa vegin inn í myndirnar ella hjálpa til nakra ávísa fatan.Allar myndirnar standa einsamallar og siga sína egnu søgu ella kveikja eitthvørt hugskotið í høvdinum á hyggjaranum.