Fyri trimum og einum hálvum mánaï síðan lá Lumikki í kavanum við einum skotsári í beininum. Nú gongur hon í summarhitanum í Prag, men hóast hitan í býnum er hjarta hennara ísakalt. Eftir tær óhugnaligu hendingarnar í Helsinki roynir hon nú at koma fyri seg og fáa frið og vera ósædd ímillum ferðafólkið í stórbýnum. Men friðurin varir ikki leingi. Bert fáar dagar eftir at hon er komin, hittir hon gentuna Lenku, sum sigur seg vera systir sín. Lumikki skilir einki, men tað, sum er enn løgnari, er, at lenka er ræðslusligin av onkrum, so at sjálvt um Lumikki ikki trúr gentuni, so fær hon ikki bara farið frá henni. Og síðan hendir aftur tað, sum ikki skal henda: Lumikki verður fangað í eina løgna og loyndarfulla verð, har trúgv og pengar stýra einum óhugnaligum spæli.