Við eitt verður skrubban syft upp úr dýpinum og endar við einum klamsi á onkrum, ið er hart sum grót. Hon heldur seg hoyra onkran rópa, men hon er púra í ørviti. Tá ein løta er farin, heldur hon seg síggja okkurt reytt, og hon kennir tað, sum fær hon ikki luft. Skrubban veit ikki, hvar hon er.