Vøluspá er eitt hitt fremsta fornnorrøna kvæðið í Eldru Eddu. Ja, helst er tað júst hetta kvæðið, sum ber av øllum hinum. Við sínum út- og dýpdarsýni og í skaldsligari dygd er hetta sjónborna skaldaverkið merkisvert meistaraverk og eitt munagott norrønt ískoyti til heimsbókmentirnar.