Fjórða bókin í krimirøðini um bindiklubban,sum rekir bulin í føroysku spennitroyggjuni.
Tað er val í Føroyum. Spenningurin er í hæddini. Grønu Føroyar verður tungan á vágskálini. Men tað verður ikki kenda andlitið í flokkinum, Ronja Róksdóttir, sum vinnur tingsessin og gerst avgerandi atkvøðan í føroyskum politikki. Nei, tað verður tann 37 ára gamli Beinir Kalsfjall, sum snýtir øll og gerst seytjandi maðurin í eini borgarligari samgongu.Men tá nývaldi tinglimurin doyr í einari gátufullari ferðsluvanlukku, kemur Ronja Róksdóttir í eina serstaka og lagnukenda støðu.