Katarina Nolsøe er fødd í 1964 og er útbúgvin sjónleikari á sjónleikaraskúlanum í Reykjavík. Hon fekk depressión í 2006 og var fleiri ferðir innløgd á psykiatriska deplinum. ‘Leitanin eftir at vera’ er ein ferð gjøgnum depressión, ótta og angist. Ein ferð, har tú spakuliga kemur fyri teg aftur og mást læra teg at liva við sárinum.