Ein stuttlig bók um Høgna við Tutlá, sum hevur eitt ótrúligt loyndarmál. Hann kann broytast til øll sløg av dýrum. Tað hendir bara, tá ið hann er stúrin, men beint nú hevur Høgni nógv at stúra fyri. Tíbetur fær Høgni hjálp frá sínum bestu vinum til at finna ein máta at klára hesa svakligu nýggju megina.
Sam Copeland skrivaði, og Sarah Horne myndprýddi. Tórarinn Niclasen á Rípuni týddi úr enskum.
Bókin er heft, 262 síður og til tey uml. 7-11 ára gomlu.