Turið Sigurðardóttir hevur savnað teir kendastu í nýggjari bók: Kvinnusangir
Í 1970-árunum kom kvinnurørslan fyri seg sum eitt ódnarveður. Sameindu Tjóðir lýstu árið 1975 sum kvinnuár, og tá avdúkaðu tær, at sangirnir í Songbók Føroya fólks vóru allir um mannfólk.
Tær fóru at týða, yrkja og umyrkja. Men so leið tíðin, rørslan fánaði, og sangirnir fullu í gloymsku, men nú eru teir aftur til taks.
Bókin hjá Turið Sigurðardóttir lýsir í bitum tað, sum millum ár og dag hevur myndað føroyska kvinnustríðið.
Tekstirnir goyma í sær søguna, mynda tey ymsu stigini í orrustuni, og hvussu kvinnur vunnu sær rættindi bita fyri bita við bit og slit.