Finka er móðurmálstilfar til annan flokk. Høvuðseyðkenni við Finku er, at arbeitt verður miðvíst og tilvitað við lesisnildum - bæði avkodingarsnildum og fatanarsnildum. Næmingarnir verða gjørdir tilvitaðir um snildirnar og verða undirvístir í at brúka tær alla tíðina eftir tørvi. Snildirnar eru sjónligar í næmingabókini. Hetta er gjørt við ímyndum, sum vísa, hvussu tey skulu brúka eygu, fingrar og munn, meðan tey lesa og lurta.