Í seinna heimsbardaga - árini 1939-45 - gjørdi Týsklands valdsharri av at myrða allar heimsins jødar. Tað eydnaðist Hitleri og hansara skutilsveinum - nazistunum - at taka um seks milliónir av jødum av døgum. Hesi fólk vórðu gassað til deyðis, skotin ,svøltað í hel, fryst í hel, sligin, hongd, kvald, eitrað, pínd, brend og avlívað á annan hátt.