Í fororðunum sigur Jógvan á Lakjuni:
”Smáar bøkur kunnu vera innihaldsríkar og týdningarmiklar, og ”Brøv frá Lív” er avgjørt ein slík bók.
Fyri árum síðan fekk eg hana upp í hendurnar á norskum. Bókin er eisini á donskum, og eg nýtti hana onkuntíð í undirvísing míni í framhaldsdeildini í fólkaskúlanum.
Kom fram á hana aftur herfyri, og nú ið tosað verður um at lóggeva um fría fosturtøku í Føroyum, helt eg, at eg skuldi umseta bókina til føroyskt.
Hon er eitt grípandi íkast til hetta sera viðkomandi kjakið og er skrivað við støði í sonnum hendingum.”
Ein ung genta sendir nøkur brøv til farbróður sín. Hon er við barn, og unnusti hennara og foreldrini, bæði hansara og hennara, hava lagt trýst á hana at velja fosturtøku.
Hon sær sær als ongan útveg.
”Henda bók átti at verið kravdur lesnaður hjá foreldrum og skúlanæmingum”, skrivaði forlagið Lohse, tá ið bókin kom út í Danmark.
”Brøv frá Lív” má sigast at vera eitt sterkt og rørandi íkast til kjakið um fría fosturtøku, kanska eitt av teimum sterkastu – einføld og erlig – bara orð frá gentuni sjálvari.