„Søgubíblian um Jesus“ sigur Søguna, sum liggur undir øllum søgunum í Bíbliuni. Øll Bíblian má til fyri at siga hesa Søguna. Og í miðdeplinum í hesi søguni er eitt barn, Barnið, sum alt hvílir á. Frá Nóa til Móses til Dávid kong, teska allar søgurnar hansara navn. Jesus er sum burturblivna pettið í putlispælinum – pettið, sum fær øll hini at passa saman.
„Søgubíblian um Jesus“ er søgd og myndprýdd so vakurt, so børn sjálv kunnu uppdaga, at Jesus er í miðdeplinum í Guds stóru frelsusøgu – í miðdeplinum í teirra egnu søgu eisini.
Sally lloyd-Jones er víðagitin fyri sínar barnabøkur. Hon hevur skrivað tríggjar metseljandi barnabíbliur, m.a. Baby‘s First Bible, sum hon vann Gold Medallion virðislønina fyri. Hon hevur eisini skrivað nógvar myndabøkur til børn, eitt nú Handbag Friends og Time To Say Goodnight. Hon varð fødd í Onglandi, men býr í New York.
Jago er ein háttvirdur myndprýðari, sum eisini hevur vunnið fleiri virðislønir, eitt nú Macmillan „Highly Commended“ virðislønina fyri barnamyndprýðingar í 2003, AOI silvurvirðislønina í 2004, og National Literacy Association Wow! virðislønina. Jago býr í Cornwall í Onglandi saman við konuni og dóttrini.