Jørn Astrup Hansen er bæði virdur og umstríddur í Føroyum.Tann bersøgni bankastjórin úr Danmark kloyvir ta føroysku fjøldina .Tað gjørdi hann øll árini sum stjóri í Føroya Banka, og tað ger hann enn . Nógv halda hann hava gjørt stóran mun, onnur halda lítið um hann. Men eitt er kortini vist: Jørn Astrup Hansen hevur havt ein týðandi leiklut í nýggjari føroyskari søgu .